Bagge: Vit skapa einki

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá Víkingi er skelkaður um, at hansara menn ongan málmøguleika skaptu ímóti KÍ

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagga" Hentze aftaná 0-2 tapið hjá Víkingi ímóti KÍ í Sarpugerði í Norðragøtu fyrr í kvøld.

 

Samanumtøkan hjá Bagga sigur, at KÍ hevði tveir málmøguleikar, meðan Víkingur ongan málmøguleika hevði, og tað skelkar hann, at hansara menn ongan málmøguleika skapa ein heilan dyst.

 

Bagge sigur seg ikki verða vanan at verða partur av einum dysti, har hansara lið ikki megnar at skapa ein málmøguleika.