TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Sámal Erik "Bagga" Hentze, høvuðsvenjara hjá Víkingi aftaná 2-2 javnleikin millum ÍF og Víking í Fuglafirði í dag.
Um brotssparkskravið hjá ÍF ímóti dystarenda, tá Atli Gregersen sambært ÍF framdi brotsspark sigur Bagge, at í so máta er 1-1 í brotssparkskrøvum, tí eftir hansara tykki átti Víkingur brotsspark, tá Andrias Lava Olsen var feldur í ÍF-brotssteiginum.
Høvuðsvenjarin hjá Víkingi er eins og høvuðsvenjarin hjá ÍF heldur ikki nøgdur við tað eina stigið. Leikliga heldur hann tó, at Víkingur er um at verða har teir skulu verða, og enn er liðið úr Eysturkommunu ósigrað í landskappingini.
Føroyameistaraheitið er ikki nakað høvuðsvenjarin hjá Víkingi gongur og grunar um, tí hann staðfestir, at tað verður avgjørt í oktober. Fram til oktober handlar tað um ikki at verða hektaður av í FM-stríðnum.









