Tað stendur greitt, at Sigfríður S. Clementsen ikki longur verður venjari í Víkingini, tá hetta kappingarárið er av.
Ferfaldu steypavinnararnir skulu tí finna sær nýggjan venjara, og nógv bendir á, at talan verður um Sámal Erik Hentze, sum hevur vant AB síðani tíðliga í summar.
Sámal Erik sigur við Norðlýsið, at hann verður venjari í 2016, og at talan verður um starv uttan fyri høvuðsstaðin. Samstundis vísir hann á, at KÍ ikki er upp á tal, og so eru møguleikarnir ikki so heilt nógvir. Víkingur skal í øllum førum hava nýggjan venjara, og Norðlýsið sigur frá álítiandi keldum, at heilt tætt samband er millum Sámal Erik og Víking.
Sámal Erik Hentze hevur tvær ferðir staðið sum venjari hjá føroyameistaurnum. Tað gjørdi hann í HB í 2009 og hjá B36 í 2014. Sera óvæntað samdust hann og B36 í fjør heyst um at steðga samstarvinum, tí venjarin hevði ikki tíðina, sum kravdist til starvið. Nú eru arbeiðsviðurskiftini broytt nakað, og síðani tíðliga í summar hevur Sámal Erik havt ábyrgdina av AB, sum tykist røkka sínum máli um at halda sær omanfyri niðurflytingarstrikuna.