Bagge: Talan er um eitt "Føroyakvøld" á Tórsvølli

(Rás2) Hoyr samrøðuna Árni Gregersen hevði við Sámal Erik "Bagga" Hentze og Sorin Anghel fyrr í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Árni Gregersen, tíðindamaður á Rás2 hevði við venjaraparið hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagga" Hentze og Sorin Anghel í samband við, at Vìkingur spælir seinna dysti í øðrum undanumfarinum í Champions League undankappingini ímóti FH. Fyrri dysturin á útivølli endaði við javnleiki 1-1.

 

- Talan verður um eitt satt "Føroyakvøld", slær Bagge fast um dystin, sum verður á Tórsvølli klokkan 19 týskvøldið, og heitir á fólk um at møta fjølment at stuðla Víkingi. Bagge sigur, at vit samanbera okkum ofta við Ísland, og nú er so høvið at verða betur enn Ísland í felagsfótbólti, men til tað krevst, at áskoðararnir bera Víking heim.

 

- Um ein ikki er klárur til slíkar dystir, so skal ein gevast at spæla fótbólt, sigur leikandi hjálparvenjarin, Sorin Anghel, sum hevur verið framúrskarandi í dystunum hjá Víkingi í Champions League higartil.

 

Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum á Rás2. 

 

Børn og ung upp til 16 ár sleppa ókeypis inn. Kostnaðurin fyri vaksin er 100 krónur

 

 

Leinkjan har atgongumerkini kunnu bíleggjast er hendan:

https://fsf.atgongumerki.fo/?eventId=417188fsf.atgongumerki.fo

 

 

Tað er eisini møguligtat ogna sær atgongumerki við dyrnar. Víkingur vónar tó, at so mong sum møguligt keypa atgongumerki á netinum, so tað slepst undan ov longum bíðirøðum á Tórsvølli.