Høvuðsvenjarin hjá B36, Sámal Erik Hentze fór ígjøgnum alla kenslu-skrásetingina í dag, tá B36 varð aftanfyri 0-2 ímóti NSÍ, men vendi øllum og vann 3-2, og yvirlivdi ein risastóran NSÍ-málmøguleika, tá støðan varð 2-2.
- Hetta er tað nærmasta vit koma einari kenning. Hetta er heilt fantastiskt, og hetta er orsøkin til, at ein ár um ár spælir fótbólt, segði ein ógvuliga kensluborin Bagge aftaná dystin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað sum Bagge segði Trónd Arge aftaná minniliga dystin í Runavík.