Bagge: Skilji ikki at KÍ spælir so heiladeytt

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá Víkingi er sera bersøgin um spælistílin hjá KÍ

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av dystarendanum Víkingur-KÍ 0-0.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2, har hann prátaði við høvuðsvenjaran hjá Vìkingi, Sámal Erik "Bagga" Hentze.

 

Bagge sigur seg skilja, at KÍ spælir tað, sum hann nevnir "heiladeytt". Hann heldur, at KÍ gúppar alt ov nógv, men tá teir so halda bóltin á jørðini vísa teir, at teir duga at spæla væl.

 

Úrslitið 0-0 er Bagge tó fegin um. Fimm stig eru niður til B36 og KÍ nú 12 stig eru eftir at spæla um, so talan er um eitt úrslit, sum Bagge væl og virðiliga kann brúka.