Tað hevur ljóðað, at Sámal Erik Hentze fór at taka við sum venjari hjá Víkingi. Nú hevur felagið váttað tíðindini. Hjálparvenjari verður, sum In.fo skrivaði fyrr í dag, Sorin Anghel.
Víkingur skrivar í tíðindaskrivi í kvøld, at felagið vónar at halda fram í oddinum í føroyskum fótbólti. Helst hevur Sámarl Erik Hentze fingið til uppgávu, at vinna FM heitið. Steypið, sum framvegis manglar í í Víkingi.
At síggja til, so er talan um ein eitt ára sáttmála.