Bagge og Rúni taka einki fyri givið

(SportBoxin) Høvuðsvenjarin og málmansvenjarin hjá Víkingi vóru gestir í Fótbóltspanelinum í SportBoxini á Rás2 fyrrapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av SportBoxini á Rás2, sum er fótbóltspanelið.

 

Gestir hjá Tróndi Arge vóru høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze, og málmansvenjarin hjá Víkingi, Rúni Klein Joensen.

 

Víkingur hevur ein sera stóran møguleika at endurvinna FM í morgin. Víkingur er trý stig frammanfyri KÍ, og hava ein málmun, sum er átta mál betur enn KÍ, og eru tí stórfavorittar til at endurvinna FM. Men Bagge og Rúni taka einki fyri givið, og sláa fast, at einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt.

 

Bagge var høvuðsvenjari hjá AB í 2011, tá teir blivu snýttir á málstrikuni av TB, sum hevði sama málmun, men hevði eitt mál meira skotin enn AB, og flutti tí upp í bestu deildina í 2012. Bagge var eisini hjálparvenjari hjá EB/Streymi í 2006, tá EB/Streymur tapti 0-1 ímóti KÍ á Eiði, og HB vann 2-0 á ÍF, og yvirhálaði EB/Streym og streyk avstað við FM-gullinum. Tí vil Bagge undir ongum umstøðum kanna sær nakran bita.

 

Prátið við Bagga og Rúna snúði eisini um teirra aktivu tíð teir høvdu sum fótbóltsspælarar, og teir fingu eisini høvið at tippa seinasta umfar, sum verður avgreitt í morgin klokkan 15.15:

 

Víkingur-EB/Streymur (Rás2 sigur frá dystinum)

KÍ-NSÍ (Rás2 sigur frá dystinum)

HB-B36

ÍF-07 Vestur

Suðringar-Skála