Sámal Erik Hentze var í kvøld fyri fyrstu ferð venjari á U-21 landsliðnum. Á liðnum var sonurin Rói Mørk Hentze, sum vardi málið. Hetta man vera fyrsta ferðin yvirhøvur, at feðgar hava verið við til at vinna landsdyst fyri Føroyar.
Landsliðsvenjarin fegnast um sigurin, men samstundis sigur hann, at liðið kann verða uppaftur betri, enn tað var í 3 – 1 sigrinum ímóti Ísrael á Svangaskarði í kvøld.
-Tað snýr seg øgiliga nógv um, hvussu liðið er organiserað ella skipað. Vit hava bara havt tvær venjingar saman. Tað sást í fyrra hálvleiki. Undir steðginum tosaðu vit um tingini, og eftir steðgin var tað væl betri, og tá vunnu vit úrtøkuna, sum bar sigurin við sær, sigur væl nøgdi føroyski venjarin.
Roknaði tú við, at tað skuldi eydnast at vinna?
-Vónin var har um, at tað skuldi eydnast, men tað kendist næstan órealistiskt, at tað skuldi eydnast, tí úrslitini hava ikki verið so góð. Tað snúði seg um at fáa liðið at hanga saman. Soleiðis var tað ikki í fyrra hálvleiki, tá ið vit í framspælinum mistu bóltin í støðum, tá ið tað varð heilt vandamikið.
Í seinna hálvleiki varð tað væl betri?
-Hóast vit lógu undir eftir fyrra hálvleik, so kendi eg tað soleiðis, at møguleikin var ikki so langt burtur. Eftir at vit høvdu tosað um hetta, riggaði tað væl betur, dreingirnir vuksu við uppgávuni, og tað bar úrslit við sær, sigur Sámal Erik Hentze, og hann heldur fram:
-Hjá mær snýr tað seg um at brúka orkuna upp á organisatiónina og at fáa teir at trúgva upp á tað. Tá ið vit hava vant meiri saman, so fer tað at rigga uppaftur betur. Og tá ið verjuskipanin fer at rigga, so fer tað eisini at síggjast aftur í betri álopsspæli, so tað eru perspektiv í hesum. Spælararnir vístu góðan hugburð, og teir, sum vórðu skiftir inn, stóðu seg væl. Og so sótu tað aðrir á beinkinum, sum fegnir vilja spæla. Tað er stór kapping um plássini, og tað er hugaligt, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá U-21 landsliðnum, sum í kvøld vann 3 – 1 á Svangaskarði ímóti Ísrael.
Næsti dystur hjá U-21 landsliðnum verður týsdagin 8. september, tá ið Norðurmakedonia verður gestur á Svangaskarði.