Bagge: KÍ vóru vemmiligir fyrstu løtuna

Høvuðsvenjarin hjá B36 fegnast um sigurin, men ikki um fyrstu løtuna av dystinum

Tróndur Arge frá in.fo/Rás2 fekk orðið á høvuðsvenjaran hjá B36, Sámal Erik Hentze aftaná 3-1 sigurin hjá B36 á KÍ norðuri í Klaksvík.

 

Givið var, at Bagge var fegin um sigurin, og staðfestu oddastøðuna í effodeildini, men Bagge var alt annað enn blíður um spælið hjá KÍ ta fyrstu løtuna. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tey sterku lýsingarorðini Bagge brúktu um tað, sum hann metti verða út av lagið harðliga spæl hjá KÍ.