Bagge hevur uppleggið klárt

Champions League: Tað verður Víkingur í eyðkendum stíli ímóti FH á Tórsvølli í kvøld.

Tað er Champions League-dystur á Tórsvølli í kvøld, har Víkingur skal spæla seinna dystin í øðrum undanumfari ímóti íslendsku meistarunum úr FH, sum hava føroyska landsliðsmálverjan, Gunnar Nielsen, í málinum.


Sum er, so er Víkingur omaná. Føroysku meistararnir fingu eitt sera týdningarmikið útivallarmál (1-1) í Hafnarfirði í fyrra dystinum og kunnu í grundini verja seg víðari við 0-0-javnleiki í seinna dystinum í kvøld.


At tað er FH, sum hevur fyri neyðini at skjóta mál, fer at síggjast á upplegginum hjá Víkingi á Tórsvølli í kvøld, váttar Sámal Erik Hentze, venjari.


- Vit fara at spæla upp á sama máta sum í Íslandi, bara tað at nú eru vit meira klókir upp á at taka ímóti hvussu vit skulu gera tað. Vit vera varnir í útgangsstøði og leypa ikki framav. Tað eru jú teir, sum skulu skora mál, so tað verður nokk eitt verjukent útganggstøði frá okkum. Vit koyra upp á umstillingar, sigur Sámal Erik.


Umstillingar er als ikki fremmant hjá Víkingi, og tí burdi uppleggið passað væl.


- Hetta er mátin vit spæla uppá, og tað gjørdu vit eisini í fjør. Vit duga tað, og tað riggar væl hjá okkum. Hetta er ikki nakað, vit skulu finna upp á – hetta er púra natúrligt hjá okkum, sigur Víkinga-venjarin.


Dysturin ímillum Víking og FH byrjar kl.19.00. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum eins og in.fo hevur beinleiðis tekstafrásøgn.