Bagge hevur fokus á tí millum oyrini

EB/Streymur eigur fýra dystir á rað á útivølli, har úrtøkan higartil hevur verið tveir sigrar

Skráin er løgd soleiðis, at Heðin Askham og EB/Streymur fýra tær fyrstu ferðirnar eftir summarsteðgin skulu spæla á útivølli.

Longu undan summarsteðginum tapti EB/Streymur 3-1 í Sarpugerði í framskundaðum dysti frá ólavsøkuumfarinum.

Í dag skal EB/Streymur royna seg við Løkin í Runavík, áðrenn leiðin gongur í Gundadal at hitta B36 og síðani til Klaksvíkar.

Higartil hevur EB/Streymur vunnið seks stig á útivølli – trý í Sørvági og trý á Skála.

Tað er dyggur smeitur hjá EB/Strerymi, at stinni miðverjin Oddur Á. Højgaard er plágaður av knæskaða. Tað er ikki greitt, nær hann aftur verður førur fyri at spæla.

 

Tá ið NSÍ vitjaði í Hólmanum á Eiði 12. apríl, var úrslitið 2-2.

 

NSÍ lagið er gott eftir 2-0 sigur ímóti HB. Venjarin veit, hvat tað er, sum skal til, um NSÍ skal halda fram við góðum avrikum:

-Stóri trupulleikin hjá okkum hevur verið, at spælararnir hava ikki alla tíðina megnað at vera hugsavnaðir um avbjóðingina. Tað ber mistøk við sær, sum kosta mál til mótstøðuliðið og stig og tap. Ímóti HB stóðu okkara royndina, og halda teir fram alla tíðina at vísa rætta hugburðin, so havi eg gott mót. Tað ræður um at vinna nakrar dystir. Um tað eydnast, so ber tað sjálvsálit við sær, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá NSÍ.

 

Í gjár vóru Jóhan Troest Davidsen, Einar Tróndargjógv, Jann Benjaminsen og Øssur Dalbúð millum teir fyrstu ellivu á næstbesta NSÍ liðnum, sum tapti 3-2 í Fuglafirði. Jóhan spældi fyrra hálvleik, og Øssur varð útskiftur í 71. minutti. Einar og Jann spældu alla tíðina.