TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagga" Hentze aftaná 0-2, og samlaða 1-3 tapið hjá Víkingi ímóti íslendska meistaraliðnum, FH.
- Beint nú er tað súrt, staðfestir Bagge. Men hann heldur, at hann og liðið hava lært nógv av teimum fýra evropeisku dystunum liðið hevur havt í summar.
Nú er hjá Bagga at gera klárt til dystin ímóti ÍF í effodeildini. Tann dysturin verður komandi fríggjakvøld, og er tann fyrsti dysturin í 15. umfarinum í effodeildini.
Viðvíkjandi brotssparksstøðuni segði Bagge, at hann sá tað ikki, sum brotsspark, men heldur, at bólturin var úti av baklinjuni. Og hann undrast á, at tað gekk so lang tíð áðrenn brotssparkið var dømt.