Høvuðsvenjarin hjá B36, Sámal Erik "Bagge" Hentze kundi fegnast um enn ein torføran dyst á útivølli, sum koppaði til B36, sum fór avstað við øllum, aftaná 2-1 sigurin ímóti Vìkingi á útivølli.
Bagge fegnast um, at maður kemur í mans stað, og at saknurin av Jákupi á Borg ikki gjørdist so tyngjandi fyri liðið, sum summi spáddu.
Um úttalalsi hjá Sigfríða Clementsen, høvuðsvenjara hjá Vìkingi, at málverjin hjá B36, Tórður Thomsen drálaði ov nógv heldur Bagge fyri, at Tórður hevði drálað minni, um Víkingur ikki gúppaði so nógv.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Bagge segði við Trónd Arge aftaná dystin.










