TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við nýggja høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik "Bagga" Hentze, sum legði frá landi í Betri deildini við einum 4-0 sigri á Suðringum við Stórá í Trongisvági.
Bagge heldur, at NSÍ hevði gott tamarhald á dystinum, men hann var eitt sindur óttafullur um hvassa lotið sum var við Stórá í dag, og tí tað er skjótt, at veðurumstøðurnar ávirka dystir.
Fyri Bagga og hópin var tað gott at byrja við einum trivaligum stórsigri á útivølli í Trongisvági. Bagge fekk eisini høvið at geva onkrum yngri spælara møguleikan í seinna hálvleiki.
Samrøðan Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá Suðringum, Glenn Ståhl kann hoyrast HER