Bagge: Eg vil hava avbjóðingar

Ein fótbóltsbumba brast á 60 ára veitsluni hjá NSÍ í gjárkvøldið. Tá bleiv kunngjørt, at Sámal Erik Hentze skal venja NSÍ næsta kappingarár.

Sámal Erik Hentze – ella Bagge, sum hann verður kallaður – hevur seinastu tvey árini vunnið FM-heitið við Víkingi – og fingið góð úrslit í Evropa.

Fyri nøkrum døgum siðani boðaði Sámal Erik Henze Víkingi frá, at hann ikki fór at halda fram sum venjari í felagnum. Hann ynskti at taka frí. Men skjótt gongur í fótbólti, og nú er avgjørt, at hann skal venja NSÍ

– Eg havi havt tvey fantastisk ár í Víkingi. Eg havi trivist sera væl í felagnum, og eg havi fingið nógv nýggj vinaløg. Eg vóni ikki, at fólk eru skuffað av, at eg nú flyti til NSÍ at vera venjari, sigur Sámal Erik Hentze.

– Eg eri soleiðis sum persónur, at eg allatíðina søki nýggjar avbjóðingar, og eg eri fegin um móttøkuna, sum eg fekk á veitsluni hjá NSÍ, sigur hann.

Rúni Klein Joensen flytur við Bagga til Runavíkar og skal vera málmansvenjari næsta ár. Enn er ikki greitt, hvør verður hjálparvenjari hjá NSÍ.