Bagge: Eg eri stoltur av mínum monnum

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá NSÍ heldur, at liðið byrjar at nærkast tí sum hann ynskir fyri liðið

NSÍ syrgdi fyri at halda seg trygt inn í ovara feltinum í betrideildini við einum góðum 3-2 útisigri ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik "Bagga" Hentze fyrr í kvøld.

 

Bagge sigur seg verða sera stoltan av sínum monnum, og tí avrikinum NSÍ legði fyri dagin í dag.

 

Bagge heldur, at nú byrjar NSÍ spakuliga at nærkast tí sum Bagge ynskir fyri liðið, og sigurin var sera týðandi fyri hesa gongdina.

 

Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg hoyrist HER

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av teimum fimm málunum, ið komu í dystinum millum B36 og NSÍ hoyrast HER