Aftaná 1-0 sigurin hjá EB/Streymi á B36 fekk Pætur Albinus orðið á høvuðsvenjaran hjá B36, Sámal Erik Hentze, sum mátti staðfesta, at hann hevði tapt sín fyrsta dyst í effodeildini í ár.
Bagge viðgekk, at tað var súrt, og at hann var keddur um úrslitið, men hann tvíheldur, at B36 vísti gott spæl í dag, og tann partin fegnast hann um.
Pætur Albinus fekk eisini orðið á málrevin hjá EB/Streymi, Arnbjørn Hansen, sum kann fegnast um, at nú eru sundalagsmenn komnir á slóðina aftur.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Pætur Albinus hevði við Sámal Erik Hentze og Arnbjørn Hansen.