Bagge: Eg eri ikki útbrendur – men

Fleiri feløg vilja hava meistaravenjaran, men tað verður av ongum

Sámal Erik Hentze boðaði í vikuni frá, at hann ikki heldur fram sum venjari hjá Víkingi, eftir tvey ár við tveimum FM heitum. Í dag hevur hann ednaliga tikið avgerð fyri komandi kappingarár

 

Les eisini: Bagge heldur ikki fram

 

- Eg fari at taka eitt sabbatár. Tað havi gjørt fyrr, men tað hevur ikki riggað, sigur Sámal Erik Hentze skemtandi, men staðfestur at tað verður so hesaferð.

 

Les eisini: Íslendskur venjari á veg til Víking

 

Í 2008 valdi hann at taka ein steðg frá fótbólti, eftir at hava verið hjálparvenjari hjá EB/Streymi, men tók seinni við í HB. Í 2104, eftir at hava vunnið FM við B36, valdi hann at taka eitt sabbatár í 2015, men endaði sum venjari hjá AB.

 

Má finna motivatiónina aftur

- Tað er fyri at fáa motivatión aftur og finna svongdina. Eg eri ikki útbrendur, men eitt sindur mettaður. Eg vil gjarna hava svonginda aftur til at vilja tað nógv. Ert tú ikki savngur, so er lætt at sovna í fótbólti, sigur Sámal Erik Hentze og leggur afturat:

 

- Eg havi ikki havt eina ordiliga summarferiu síðani 2001, og seinastu tvey árini hevur tað verið Evropa-fótbóltur alt summarið. Eg havi eisini eina fyritøku, so tað er ein av fleiri orsøkum. Tað er fleiri spennandi størv har úti, men tað nyttar einki, tá tú ikki er ordiliga svangur, sigur nú fyrrverandi venjarin hjá Víkingi.

 

Hann váttar, at HB, NSÍ, AB og 07 Vestur hava víst áhuga, men heldur fast við, at hóast talan er um spennandi uppgávur, so verður tað ikki til nakað í ár. Hinvegin, so verður Bagge at síggja aftur sum venjari í 2019.

 

- Tað hava verið fleiri fyrispurningar og tað taki eg sum eitt herðaklapp. Steðgurin frá fótbólti verður í mesta lagi eitt ár, sigur Sámal Erik Hentze.

 

Tað ljóðar, at Víkingur er í samráðingum við íslendska Heimir Gudjónsson, sum farna kappingarár hevur verið venjari hjá FH og Gunnari Nielsen í Íslandi.