Bagasjurúmið er opið í Hoyvík í kvøld

Tað er veruligt afturhvarv í luftini í Hoyvík í kvøld, tá hondbóltsfelagið H71 á fjórða sinni skipar fyri ársins 80'aratiltaki.

 

Barrin eitur enn sum áður »Bagagurúmið« og er tilsipingingin til eyðkendu barrina, sum nógv ung høvdu í bagasjurúminum í 80'unum, tá rúsdrekkalógin bannaði allari sølu av rúsdrekka.

 

Men at júst hoyvíkingar hava valt hetta heitið kundi bent á, at nógv avbygdafólk býr í Hoyvík. Tí tað var ikki eins vanligt í Havn og í Hoyvík at koyra runt við bilum við fullum bagasjurúmi av brennivíni í 80'unum. Hinvegin var tað væl kent á bygd – har bilurin bæði var barrin og neyðturviliga flutningstólið.

 

Ungdómurin í Havn og í Hoyvík hevði tað eitt sinur lættari í so máta, tí ikki var neyðugt at ferðast millum bygdir fyri at sleppa í dans.

 

Men tað er afturhvarv, sum er á skránni í Hoyvík í nátt. Afturhvarv til 80'ini. Og er tað onkur, sum ikki er vanur við fult bagasjurúm av brennivíni, so slapst ikki undan hvítu kassunum frá Kattrup, um tú ætlaði tær kenningina.

 

80'aratiltakið í Hoyvík byrjar klokkan 23 og endar klokkan 04 í nátt. Og tá Showmenn og 80'ara plátuvendarin Niels Jensen fara á pallin í kvøld verður tað fyri fullum húsum, tí øll atgongumerkini eru langt síðani útseld.