»Bag facaden« í Trygd

Torkil við Sandá
----

Tryggingartakari er skuldsettur av Trygd uttan nakað sum helst prógv.
Ein gitan frá einum pensioneraðum donskun sokallaðum løgrelgumanni var nóg mikið fyri Trygd at svína son mín út. Hóast hann nú er reinsaður, kann hetta lættliga koma at fylgja honum í fleiri ár framyvir. Øll mótprógvini, ið vóru løgd á borðið í sendingini »Bag facaden« á DR1 hóskvøldi 12. apríl 2012 hava bæði Trygd og leiðarin á Kriminaldeildini verið vitandi um í alla hesa tíð. Teirra arrogansa og ótti fyri at missa andlit kom framm um viljan at virða eina mannalagnu. Klávus og Lávus høvdu óiva loyst hesa uppgávuna bæði skjótari og betur.
Upphæddin, sum Trygd til seinast endaði við at gjalda, er ikki í nærheitini av tí mistu upphæddini hjá tryggingartakarnum, av tí at allar tær rentur, sum vóru skuldskrivaðar í hes 3 árini, mátti mistonkti sjálvur hanga uppá. Hvat hendi við hugtakinum: »Tort og svie?«
Skamm fái tykkum.