Elverum hevur í hesi øldini verið fast og javnt millum sterkastu liðini í bestu norsku hondbóltsdeildini, og tað sluppu Kjartan Johansen og liðfelagarnir eisini at sanna í dag.
Bækkelaget mátti á útivølli leggja rygg til stórtap 26-37 fyri Elverum, ið var á odda 18-11 í steðginum.
Bækkelaget er fjórðaftast í deildini við níggju stigum fyri 17 dystir, og fer setningurin helst at snúgva seg um at varðveita plássið í deildini.
Kjartan skoraði eitt mál og legði upp til tvey mál í dagsins dysti.
Klokkan 17 byrjaði dysturin millum liðið hjá Helga H. Hoydal, Tróndi Mikkelsen, Bjarna í Selvindi, Kristiansand og Nærbø í Aquarama høllini í Kristiansand. Klokkan 17 byrjaði eisini dysturin millum liðið hjá Nicholas Satchwell og liðfeløgunum í Viking TIF á heimavølli móti Fjellhammer.










