Bæði føroyingaliðini í bestu svensku hondbóltsdeildini vóru í leiki í dag.
Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof taptu á útivølli 26-31 fyri Malmö. Í steðginum var heimaliðið á odda 14-13.
Óli skoraði trý mál og legði upp til fimm mál.
Liðið hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu, Hallby tapti á heimavølli í Jönköping 28-35 fyri greiða oddaliðnum, Ystad. Í steðginum var Ystad frammanfyri við seks málum, 20-14.
Sävehof er framvegis á einum endaspælsplássi, meðan Hallby í løtuni ikki er millum átta tey fremstu liðini.
Støðan (soccerstand.com):
##med2##












