Hagstovan hevur nú gjørt upp, hvussu nógv føroyingar eiga uttanlands, og hvussu nógv teir skylda uttanlands. Nýggjasta uppgerðin er fyri 2019 og hon vísir, at tey seinastu fýra árini frá 2016 til 2019, var ogn og skuld hjá føroyingum á sama støði, sum hon var undan fíggjarkreppuni fyri 10 árum síðani.
Í 2018 var nettoognin hjá føroyingum uttanlands, 5,4 milliardir og hon var 4,1 milliardir í 2019. Hetta er nakað lægri enn nettoognin var í 2017 tí tá var hon 5,7 milliardir.
Bæði ogn og skuld er vaksið nógv seinastu árini. Ein ávísur partur av vøkstrinum stavar frá, at føroysk føroysk partabrøv uttanlands, eru hækkað í virði og av at fleiri føroyskar íløgur eru gjørdar uttanlands.
Tað almenna, fíggjarfyritøkurnar og húsarhaldini, hava økt um 11,3 milliardir um nettoognina frá 2012 til 2019, men vinnufyritøkur hava hækkað sína nettoskuld slakar 8,7 milliardir.
Meira enn helvtin av ognini hjá føroyingum uttanlands, er í lánsbrøvum. Tann ognin er vaksin 2,6 milliardir síðani 2017. Tó stavar størsta hækkingin í ognunum frá hækkandi føroyskum íløgum uttanlands.
Sløk helvtin av skuldini stavar frá íløgum hjá útlendingum í føroysk partabrøv, og henda skuldin er vaksin nógv seinastu árini. Tó skal sigast, at vøksturin í høvuðsheitum stavar frá virðisbroytingum og ikki fleiri útlendskum íløgum í Føroyum.
Lániskuldin til umheimin hevur verið lækkandi seinastu árini, men hækkaði 2,6 milliardir frá 2018 til 2019. Allir geirar, uttan tað almenna, hava hækkað lániskuldina frá 2018 til 2019, sigur Hagstovan.











