Bæði hondin og røddin eru føroysk

Eitt tjóðveldisumboð á Fólkatingi fer ikki upp í nakran danskan flokk, men fer at tala Føroya sak.

Umboðanin á Fólkatingi kann vera týdningarleys, hon kann nýtast positivt, og hon kann eisini nýtast negativt.

Í sjeytiárunum hevði Tjóðveldisflokkurin umboð á Fólkatingi í tvey valskeið. Tá varð umboðanin brúkt positivt. Erlendur Patursson megnaði sum ongin annar at bera fram føroysk sjónarmið og greiða frá fólksins korum og ófrælsi. Hansara rødd var ein føroysk rødd á Fólkatingi.

Tað sama kann ikki sigast um aðrar flokkar, sum hava umboðað okkum føroyingar á Christiansborg.

Sambandsflokkurin dugdi tað snildið fyrr ? tá ríkisdagurin var býttur sundur í eitt Fólkating og eitt Landsting ? at halda seg aftrat einum donskum flokki í Fólkatinginum og einum øðrum í Landstinginum. Teir fingu soleiðis síni sjónarmið út til stóran part av ríkisdegnum, men ? kanska var tað betur ógjørt.

Síðani 1953, tá Landstingið varð tikið av, hevur ríkisdagurin bert havt eitt ting, Fólkatingið. Har hvørvur umboð Sambandsfloksins í danska flokkinum Vinstra. Hvørki danskir politikarar, fjølmiðlar ella almenningur roknar umboð Sambandsfloksins sum eitt serligt umboð fyri Føroyar.

Fólkaflokkurin hevur verið umboðadur á Fólkatingi í mong ár. Hesin flokkur hvørvur upp í danska Konservativa Flokkin og er tí líka óføroyskur sum Sambandsflokkurin. Men í ein vissan mun hevur flokkurin kortini gjørt vart við seg. Tað er við sínum álopum á danir ? álop, sum ikki hava gagnað føroyingum.

Javnaðarflokkurin spratt í síni tíð beinleiðis úr danska Sosialdemokratiska Flokkinum. Tað vóru umboð niðrifrá, sum komu til Føroya at stovna Javnaðarflokkin. Tað hevur tí verið heilt natúrligt, at Føroya Deild av danska Sosialdemokratinum hevur verið partur av danska Sosialdemokratiska Flokkinum á Fólkatingi.

Tað er ringt at siga í dag, hvør av hesum trimum nevndu flokkunum fær umboð á Fólkatingi aftrat tí hjá Tjóðveldisflokkinum. Men munurin á atburði teirra niðri við Oyrasund er lítil og ongin, sum umrøtt frammanfyri.

Eitt tjóðveldisumboð á Fólkatingi fer ikki upp í nakran danskan flokk, men fer at tala Føroya sak. Hjá Tjóðveldisflokkinum eru bæði hondin og røddin føroysk.