Bæði foreldrini longri heima hjá børnunum

Pápar skulu lokkast at fara í barsilsfarloyvi

Nú skulu bæði foreldrini sleppa at vera longri heima hjá punkubørnum.

Tað er endamálið, nú samgongan ætlar at bøta um barsilskipanina.

 

Í næstum fer Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at leingja barsilsfarloyvi við løn fimm vikur, so at tað nú skal vera 39 vikur.

 

Men nú skulu eisini páparnir eggjast at fara í barsilsfarloyvi.

 

Tískil kunnu páparnir fara í barsilsfarloyvi í seks vikur við løn.  Men fara teir ikki í farloyvi, fella vikurnar burtur, tí teir kunnu ikki lata mammuni tær.

 

- Tað er ynskiligt, at pápar nýta ein part av barsilsfarloyvinum, og tað skal tí verða gjørligt í størri mun enn í dag. Hetta hevur týdning  fyri javnstøðuna ímillum kynini og fyri tilknýtið til barnið, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum.

 

Johan Dahl sigur, at barsilsskipanin hevur havt so mikið stórt avlop, at tað ber til at gera hesar ábøtur, uttan at hækka inngjaldið í skipanina.