Bæði føroyingaliðini taptu 1. fjórðingsfinalurnar

Natasja Hammer og Haukar taptu á útivølli. Ingibjørg Olsen og ÍBV taptu á heimavølli

Bæði føroyingaliðini í bestu kvinnudeildini í hondbólti í Íslandi spældu fyrstu fjórðingsfinalurnar í kvøld.

 

Natasja Hammer gjørdist toppskjútti hjá Haukum við seks málum. Haukar taptu 27-30 fyri fyri KA/Þ​ór í fyrstu fjórðingsfinaluni, ið var leikt á Akureyri í kvøld.

 

Gongdin í dystinum var hendan: 4:1, 6:5, 7:7, 10:10, 10:12, 15:16, 19:19, 21:20, 24:23, 26:26, 26:27, 30:27.

 

Sunnudagin klokkan 17 taka Haukar móti KA/Þ​ór á heimavølli í 2. fjórðingsfinaluni. 

 

Ingibjørg Olsen skoraði eitt mál fyri ÍBV, ið tapti fyrstu fjórðingsfinaluna á heimavølli fyri Stjørnuni 22-28.

 

Gongdin í dystinum var hendan: 2:2, 6:5, 8:8, 10:10, 10:12, 11:17, 14:19, 17:21, 18:23, 19:24, 20:24, 22:28.

 

Longu leygardagin klokkan 17 leika Stjarnan og ÍBV 2. fjórðingsfinaluna.