Tað gjørdist talan um ein góðan dag í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í dag.
Úti á Heimey vunnu Ingibjørg Olsen og liðfelagarnir stórsigur 31-20 á HK. Avrikið í fyrra hálvleiki var framúr, og í steðginum var heimaliðið á odda 16-7.
Ingibjørg skoraði eitt mál fyri ÍBV í dag.
Natasja Hammer og Haukar vunnu á útivølli ein góðan 36-33 sigur á Selfossi. Í fyrra hálvleiki gekk minni væl, og í steðginum var Selfoss á odda 19-15. Í seinna hálvleiki megnaði Haukar at koppa dystin teirra veg, og var seinni hálvleikur vunnin 21-14.
Natasja skoraði eitt mál fyri Haukar í dag.
ÍBV og Haukar spæla ikki fleiri dystir í hesum árinum. Næsta umfar verður fyrst í januar. Tá spælir ÍBV móti Vali á útivølli 7. januar, og sama dag tekur Haukar ímóti Fram á heimavølli.
Støðan:
| Nr. | Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | Stig |
| 1 | Valur | 10 | 9 | 1 | 0 | 292:226 | 19 |
| 2 | Stjarnan | 9 | 7 | 0 | 2 | 263:208 | 14 |
| 3 | ÍBV | 9 | 7 | 0 | 2 | 249:222 | 14 |
| 4 | Fram | 10 | 5 | 1 | 4 | 268:231 | 11 |
| 5 | Haukar | 10 | 4 | 0 | 6 | 282:291 | 8 |
| 6 | KA/Þór | 10 | 3 | 0 | 7 | 238:269 | 6 |
| 7 | Selfoss | 10 | 2 | 0 | 8 | 271:310 | 4 |
| 8 | HK | 10 | 1 | 0 | 9 | 220:326 | 2 |











