Bæði botnliðini í 1. deild hjá monnum, Neistin og KÍF, taptu stórt hetta vikuskiftið. Neistin spældi leygardagin móti H71, og her lótu hoyvíkingar ongantíð nakran iva vera um úrslitið. H71 vann 37-21 eftir at hava verið á odda 17-10 í hálvleikinum.
Neistin kláraði at fylgja við fyrru helvt av fyrra hálvleiki, men so skifti H71 gear og fór frá 8-7 upp á 12-7, og so vendist ikki aftur hjá Neistanum, sum framvegis bert hevur tvey stig ? tey bæði stigini, liðið fekk við sær úr grundspælinum.
Í seinna hálvleiki øktist munurin so líðandi, og fyrstu tjúgu minuttirnar av seinna hálvleiki fekk H71 12 mál, meðan Neistin bert fekk 5.
At lítið veiggj var í dystinum, sæst eisini aftur í, at bert ein ? ein ? útvísing var í dystinum. H71 gjørdi sína skyldu og leggur framvegis eitt sindur av trýsti á oddaliðið VÍF, sum ikki spældi hetta vikuskiftið.
Hjá H71 gjørdi Jákup Símun Simonsen átta mál, meðan Finnur Petersen var frægastur hjá Neistanum. Hann skeyt sjey mál.
Óli Kristian skaddur
Á Skála hittust sunnudagin StÍF og KÍF, og her var søgan tann sama sum í Havn dagin fyri. StÍF vann stórsigur 37-19. Dysturin var sera óruddiligur, men munurin í byrjanini var, at strandingar skoraðu, meðan kollfirðingar ikki gjørdu tað.
Tað var eisini ein smeitur fyri kollfirðingar, at málverjin Óli Kristian Djurhuus fekk skaða í beinið og noyddist út tíðliga í fyrra hálvleiki.
Men tað er ivasamt, um Óli Kristian kundi havt steðgað StÍF í seinna hálvleiki.
John Petersen gjørdi níggju mál fyri StÍF, meðan Jóan P. Olsen eisini fekk níggju fyri KÍF.