Hóast Víkingur í kvøld vann 2-1 á Svangaskarði ímóti letlendska Daugava Daugavpils, so eru víkingarnir ikki heilt nøgdir við úrslitið. Hugburðurin var framúr, og tað treit ikki við risa stórum Víkinga málmøguleikum, men tað eydnaðist bara at skora tvær ferðir, hóast talan var um einar 5-8 stórar málmøguleikar.
Finnur Justinussen legði miðskeiðis í 1. hálvleiki Víking framum við góðum stútara eftir innlegg úr vinstru frá Hanusi Jacobsen í 1. hálvleiki.
Daugava Daugavpils javnaði eitt lítið korter eftir steðgin, tá ið Kokins smekkaði bóltin í málið í støðu í brotsteiginum. Hetta var køld pøs av vatni í andlitið á sera stríðsfúsu Víkinga spælarunum, men teir reistu seg aftur.
Andreas Lava Olsen varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, og tríggjar minuttir eftir, at mótstøðuliðið hevði skorað, legði Lava maðurin Víking framum aftur, tá ið hann rann frá verjuni.
Í 1. hálvleiki spældi Víkingur seg til tveir stórar møguleikar, sum Philip Djordjevic misnýtti, og eisini, tá ið støðan var 2-1, var Víkingur í góðari støðu, men málverjin bjargaði, tá ið Heðin Hansen royndi seg.
Úrslitið ber við sær, at tað ikki er óhugsandi, at Víkingur aftur í ár fer at spæla seg víðari í europeisku kappingini.
Hjá suverena toppliðnum í landskappingini B36 var talan um stórt vónbrot. Linfield vann 2-1 á Tórsvølli, og harvið tykjast møguleikarnir hjá B36 ikki at vera so stórir fyri at spæla seg víðari í kappingini.
Fimm minuttir undan steðginum setti Mulgrew hol á við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum. Adeshina Lawal javnaði við stútara, tá ið eitt korter var eftir. So vístu teir í árstalsfelagnum betri avrik, enn teir høvdu gjørt, og tað vóru einstakir møguleikar hjá B36 at leggja seg framum.
Tað eydnaðist ikki, og í staðin var tað Carvill, sum tveir minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið fyri Linfield, sum harvið má roknast at vera stórfavorittur til um eina viku at kvalifisera seg at halda fram í kappingini.
---
LIÐUGT
2-1
90) 2-1
Andreas Lava Olsen er farin skaddur av vøllinum. Í hansara stað er komin Gunnar Vatnhamar.
84) 2-1
Víkingarnir koyra á, og serliga Andreas Lava Olsen kennist vera vandamikil.
Mótstøðumenninir tykjast vera troyttari, enn víkingarnir eru.
78) 2-1
Tað er sera undirhaldandi á Svangaskarði. Víkingur leypir nógv á, og bæði Finnur Justinussen og Andreas Lava Olsen eru vandamiklir.
70) 2-1
Tað gongur javnt á, men tað er framvegis 2-1 á Svangaskarði. Gestirnir hava í løtuni bóltin meiri, men talan er ikki um upplagdar málmøguleikar.
63) 2-1
Víkingur hevur aftur havt stóran málmøguleika. Eftir at Atli Gregersen lyfti fríspark inn um verjuna, var Heðin Hansen púra leysur, men hesa ferð bjargaði málverjin.
61) 2-1: Andreas Lava Olsen 59.
Eftir langa framlegging upp um gestaverjuna streyk innskifti Andreas Lava Olsen frá øllum og setti bóltin framvið málverjanum. Fagnaður á Svangaskarði millum heimafólkið, og gestirnir hava fingið eyguni upp fyri, hvussu skjótur Andreas Lava Olsen er!
58) 1-1: Kokins 56.
Eftir at verða spældur leysur í brotsteiginum av Volkovs hevur Kokins sett bóltin framvið Gezi Turi og í málið. Køld pøs av vatni hjá Víkingi, sum hevur havt størstu møguleikarnar.
50) 1-0
Víkingur hevur havt vandamikla hornasparksstøðu, men so varð tað sera vandamikið í hinum endanum. Skotið var gott, men bólturin fór dygst skeivu megin stólpan aftanfyri Geza Turi.
46) 1-0
Andreas Lava Olsen er komin á vøllin í staðin fyri Sámal Jákup Joensen hjá Víkingi.
HÁLVLEIKUR
1-0
45) 1-0
Gestirnir hava havt fyrstu royndirnar. Eftir fríspark úr spískum úr vinstru stórbjargaði Geza Turi til horna, og so bjargaði Hanus Jacobsen á strikuni eftir horna og innlegg og stútara. Hetta eru einastu møguleikarnar, sum letlendingarnir hava havt.
40) 1-0
Víkingur er greitt omaná, og heimaliðið hevur søplað enn ein møguleika burtur. Aftur hesa ferð var tað Philip Djordjevic, sum misnýtti eftir flatt og neyvt innlegg frá Bárði Hansen úr høgru. Bólturin fór uppum málið.
Heðin Hansen er aftur á vøllinum.
29) 1-0
Heðin Hansen er farin skaddur av vøllinum. Hann er farin í skiftirúmiuð, har teir royna at pjøssa um hann.
24) 1-0: Finnur Justinussen 22.
Víkingur hevur lagt seg á odda. Eftir innlegg úr vinstru frá Hanusi Jacobsen, setti Finnur Justinussen krúllin undir bóltin, sum í bleytum boga fór uppum málverjan og í málið.
20) 0-0
Tað gongur javnt á, og tað er langt millum málmøguleikarnar.
17) 0-0
Víkingur hevur havt risa møguleika at skora. Eftir innlegg úr vinstru frá Sámal Jákup Joensen var Philip Djordjevic púra blankur mitt fyri málinum, men hann rakti ikki málið, tá ið hann royndi seg við høvdinum – bara fimm metrar úr málinum!
Daugava Daugavpils hevur bara tveir útispælarar á beinkinum, og longu nú er annar innskiftur!
8) 0-0
Víkingur hevur lagt bragdliga fyri. Bárður Hansen hevur havt skotroynd, men bólturin fór omanfyri málið.
Líkindini at spæla fótbólt á Svangaskarði eru góð. Tað eru 11 hitastig, tað er turt, og sólin kagar undan.
Víkingur-Daugava Daugavpils kl. 19.00
Dómari: João Capela úr Portugal
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sámal Jákup Joensen, Hans Jørgen Djurhuus, Hallur Hansson, Heðin Hansen - Filip Djordjevic - Finnur Justinussen
Á beinkinum: Elias Rasmussen, Andreas Lava Olsen, Hjalti Strømsten, Magnus Jarnskor, Martin Olsen, Ingi Sørensen, Gunnar Vatnhamar
----
LIÐUGT
1-2
Rasmus Dan Sørensen er komin á vøllin fyri Hanus Thorleifsson.
90) 1-2: Carvill 88.
So hevur Linfield lagt seg framum aftur. Hesa ferð var tað eftir flatt innlegg úr vinstru.
Rógvi Poulsen er komin á vøllin í staðin fyri Adrian Cieslewicz.
87) 1-1
B36 hevur havt risa møguleika at leggja seg framum. Í fyrra førinum misti hann bóltin aftur um seg eftir afturlegging, og í næstu atløgu misnýttu tveir mitt fyri málinum, tá ið flatt innlegg kom innfyri úr vinstru!
Og lítla løtu seinni misti málverjin enn eina ferð bóltin aftur um seg, men hann bjargaði á strikuni – enn eina ferð!
84) 1-1
B36 arnir vilja fegnir fáa tyngd í framrættaða partin fyri harvið at fáa sigursmálið, men tað gongur striltið. Mótstøðumenninir kennast vera meiri nøgdir við støðuna, sum hon er.
75) 1-1: Adeshina Lawal 72.
Eftir fríspark framlegging frá Róaldi Jakobsen stýrdi Adeshina Lawal við høvdinum bóltin dygst inn við stólparótini, og nú er lagið gott í B36 leguni.
71) 0-1
B36 hevur síðstu løtuna betri megnað at havt bóltin frammarlaga á vøllinum. Besta møguleikan hevði Adeshina Lawal eftir innlegg úr vinstru, og av brotsteigarmarkinum sendi hann bóltin dygst við síðuna av stólpanum.
65) 0-1
B36 hevur betri tak á samanspælinum enn í 1. hálvleiki, men tað er framvegis ov lítil tyngd í álopspartinum.
Símun Joensen er komin inn á vinstra vongverja í staðin fyri Odmar Færø.
50) 0-1
Fyrsta løtan eftir steðgin hevur verið stak friðarlig.
HÁLVLEIKUR
0-1
Bólturin hevur aftur verið í B36 málinum, men dómarin kolldømdi fyri rangstøðu.
B36 verjuspælið er ikki sannførandi, og í álopinum hevur einki verið at sæð til Adrian Cieslewicz ella Adeshina Lawal.
45) 0-1
Linfield hevur verið omaná, síðani gestirnir løgdu seg framum.
Síðstu løtuna hevur Klæmint Matras ligið skaddur á vøllinum, men hann sær út til at koma fyri seg aftur.
40) 0-1: Mulgrew 38.
Eftir uppspæl í høgru og innlegg og so út frá aftur smekkaði Mulgrew til av brotsteigarmarkinum, og bólturin sang í netinum ovarlaga í málinum.
35) 0-0
Linfield hevur havt bestu royndina síðstu løtuna. Eftir uppspæl í vinstru og flatt innlegg varð smekkað til av brotsteigarmarkinum, men bólturin fór uppum málið. Ikki heilt sannførandi í B36 verjuni.
31) 0-0
B36 hevur verið tættast við eftir long innkast úr høgru, men tað hevur ikki verið heilt vandamikið.
Orsaka av vøddaskaða hevur Linfield skift annan miðverjan út.
27) 0-0
Tað gongur javnt á, og talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar.
20) 0-0
Tað gongur javnt á, og burtursæð frá málunum, sum av órøttum vórðu kolldømd, hevur ikki talan verið um upplagdar málmøguleikar.
13) 0-0
Tað er málleyst, men bólturin hevur verið í báðum málunum síðstu løtuna. Í báðum førum varð bríkslað fyri rangstøðu, og í báðum førum var dómurin ikki rættur.
Fyrst var tað Linfield, sum skoraði eftir langt innkast úr høgru og út frá aftur, og so var tað Hanus Thorleifsson, sum varð spældur púra blankur mitt fyri, tá ið hann eftir fínt uppspæl setti bóltin í málið.