Í kvøld spældu Adrian Justinussen og liðfelagarnir í Hillerød, ið eisini hevur Sebastian Pingel á liðnum fyrsta dystin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í 2024.
Hillerød var á vitjan hjá Vendsyssel FF, og endaði dysturin við málríkum javnleiki 4-4.
Tá vóru bara leiktir seks minuttir tá Sebastian Pingel legði upp til Jonathan Witt, ið legði Hillerød á odda 1-0. Níggju minuttir seinni javnaði heimaliðið til 1-1. Tveir minuttir undan steðginum legði Markus Bay Hillerød á odda 2-1. Bert sjey minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki tá Vendsyssel javnaði til 2-2.
Tá 55 minuttir vóru leiktir legði Adrian Hillerød á odda 3-2 aftaná upplegg frá Sebastian Pingel. Men 10 minuttir seinni javnaði heimaliðið til javnleik 3-3.
Vendsyssel kom á odda 4-3 tá 91 minuttir vóru leiktir, og tá sá svart út hjá Hillerød, men Sebastian Pingel javnaði til 4-4 tá fimm minuttir av yvirtíð vóru leiktir. Sebastian Pingel megnaði sostatt at leggja upp til tvey mál og skora eitt mál sjálvur í dystinum.
Sostatt fekk Hillerød eitt stig við sær til Sælands, og Adrian skoraði fyrsta málið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Komandi fríggjakvøld hevur Hillerød heimadyst móti Helsingør, ið liggur næstaftast í deildini.
Hillerød er nummar sjey í deildini við 24 stigum. Hillerød hevur fýra stig upp til sætta plássið, ið gevur pláss í ovara endaspælinum tá grundspælið er liðugt.