Føroyskir badmintonspælarar fara í vikuskiftinum til Íslands at luttaka í altjóða kapping.
Við í Reykjavík Open verða spælarar úr Íslandi, Danmark, Føroyum og Grønlandi.
Eftir frálíu úrslitini á Oyggjaleikunum í summar, hava føroysku spælararnir hug at royna seg í millumtjóða kapping aftur, og teir fremstu kvinnuligu spælararnir eru við.
Borglis Fagradal og Ingun Hansen, sum spæla fyri Stráluna, verða við, og somuleiðis verður Guðrum Jacobsen úr Havn.
Harafturat verða eisini Rani í Líð og Heðin Joensen úr Havnar Badmintonfelag eisini við í ferðalagnum, sum fer til Íslands í dag.