Badmintonskúlin verður í næstu viku

Eins og undanfarna ár skipar Badmintonsamband Føroya fyri badmintonskúla í Havn. Aftur í ár verður spælt í ítróttarhøllini á Hálsi.

Badmintonskúlin verður frá mánadegi 28. juni til og við fríggjadag 2. juli, sum er fyrstu vikan í summarfrítíðini hjá skúlabørnunum. Skúlin er fyri børn í aldrinum 7 til 14 ár, og dentur verður lagdur á at hava tað stuttligt, samstundis sum børnini læra og spæla nógv badminton.

Hvør dagur verður býttur sundur í innan- og uttanduraspæl. Liðini verða býtt í víðarikomin og nýbyrjarar, so øll kunnu vera við. Alt hetta tilsamans verður ein uppliving, sum børnini fara at minnast leingi.

Børnini koma at venja antin fyrrapart ella seinnapart alla vikuna. Morgunliðið er frá klokkan 8.30 til 11.30, og seinnapartsliðið frá klokkan 12 til 15. Fríggjadagin 2. juli endar skúlin við einum hugna- og kappingardegi. Kostnaðurin er kr. 350,-

Fleiri góðir og væl skikkaðir venjarar eru í ár; teirra millum eru fleiri landsliðsleikarar, sum luttaka sum gestavenjarar.

Tilmeldingin er byrjað og fer fram til og við 25. juni. Nærri kunning um tilmeldingina til Badmintonskúlan 2010 verður at síggja á www.bsf.fo og www.hbf.fo.

Avmarkað er, hvussu nógv børn kunnu sleppa við, so tí ræður um at gera skjótt av við tilmeldingini, tí tey, sum eru fyrst at melda seg til, fáa plássini.