Føroyar eru í hálvfinaluni í badminton fyri lið.
Í dag spældu Føroyar fjórða dystin í innleiðandi kappingini, og hann endaði við 4-1 sigri til Føroyar.
Tað byrjaði annars ikki so væl, tí Rógvi Poulsen tapti einmansleikin hjá monnum við tveimum settum móti ongum. Men tað vendi, tá Rannvá Carlsson fór á vøllin, tí hon vann 2-0 í sínum einmansleiki. Tað gjørdu Niclas H. Eysturoy og Flóvin Mikkelsen eisini, og tá systrarnar Brynhild og Rannvá Carlsson vunnu sín tvímansleik, góvu sviar skarvin yvir og ynsktu ikki at spæla seinasta dystin.
Tí endaði dysturin 4-1 til Føroyar.
Tað merkir, at Føroyar eru klárar til hálvfinaluna í liðkappingini, og hon verður leikt móti Guernsey klokkan 15.30.
Myndatekstur: Føroyar hava spælt seg í hálvfinaluna í liðkappingini í badminton eftir at hava vunnið 4-1 móti Gotlandi.
Mynd: Badmintonsamband Føroya










