Badmintonhøllin í Klaksvík umvæld

Allar innvendigar plátur hava verið undan, bjálving og dampsperra eru løgd upp, bjálvað er niður á takið, tróður og vindpapp er lagt, umframt at nýtt tak er lagt omaná.

Í dag var avhendingarfundur í Badmintonhøllini í Klaksvík, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Rógvi Josephsen vegna NH Beton, skrivaðu undir hvør sítt skjal um liðugt arbeiði.

 

Umvælingararbeiðið, sum NH Beton hevur staðið fyri, hevur gingið væl, tá hugsað verður um vavið. Allar innvendigar plátur hava verið undan, bjálving og dampsperra eru løgd upp. Eisini er bjálvað niður á takið, tróður og vindpapp er lagt, umframt at nýtt tak er lagt omaná.

 

Húsavørðurin hjá Klaksvíkar kommunu sigur, at longu nú merkist ein ávís hitasparing, og herfyri regnaði rættiliga illa. Tí verður mett, at takið er “avprøvað”.

 

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, fegnast um góða og skjóta arbeiðið, sum er framt fyri 2,5 miljónir krónur, og serliga fegnast hann um, at nú kann vetrarítróttin aftur hýsast í høllini undir tøttum, góðum og tryggum kørmum.

 

Orð & mynd: Dávur Winther.