Badminton úr Grønlandi

Føroyska badmintonlandsliðið er í hesum døgum í kapping í Grønlandi, har tey kappast í eini oyggjaleika badmintonkapping Badminton var ikki á seinastu oyggjaleikum, ið vóru á Rhodos í summar, og er hetta tiltakið í Grønlandi, ætlað at vera í staðin fyri oyggjaleikirnar.

Kappast verður í greinunum:

Lið-kapping

Single-kapping (Menn og kvinnur)

Double-kapping (Menn og kvinnur)

Mix Double-kapping

Liðkappingin endaði í gjárkvøldið, har Føroyar komu líka í finaluna og máttu so lúta fyri einum sterkum Grønlendskum landsliði.

Í morgun er so ætlanin at Single-kappingar hjá monnum og kvinnum fara av bakkastokki, og eru vónirnar ikki ringar fyri at fáa heiðursmerkir.

Seinast Badminton var á oyggjaleikunum, vann Aksel Poulsen silvur í hesu kapping, so tað liggur eitt ávíst press á okkara herðum, fortelur landsliðsvenjarin Tobias Effersøe, úr Grønlandi.

Doublekappingarnar byrja mánadagin, og væntandi vera okkara rasku íðkarar heima í Føroyum 24. oktober