Badminton í hálva øld

Fyrsta stigini at spæla badminton i høvuðsstaðnum vórðu tikin i 1957, tá teir baðir lærarnir, Poul A. Eide og Petur H. Simonsen, søktu kommununa um loyvi at spæla badminton i fimleikahøllini í kommnskúlanum. Í januar 1958 fingu teir loyvi at spæla badminton og 15. januar varð felagið stovnað.

Í fyrstu nevndini sótu Poul Kjartan Bærentsen, formaður, Jens Petur Egholm, kassameistari, og Peur H. Simonsen skrivari. Longu 21. februar byrjaðu venjingarnar. Felagið hevði fingið tillutað 4 tímar fríggjakvøld og leygarkvøld, men longu ein mánað seinri fekk felagið 2 tímar afturat.

Í fyrstu kappingni hetta árið kappaðust 14 leikarar.

Limatalið vaks og tá nýggi háskúlin og nýggi nunnuskúlin vórðu bygdir fyrst i sekstiárunum fekk felagið eisini tímar í fimaleikahøllunum í teimum skúlunum. Tá stig vórðu tikin at byggja Ítróttar- og samkomuhøllina á Hálsi varð felagið millum tey virknu feløgini at savna pening.

Tað varð skjótt, at tað gjørdist ov trongligt í ítróttarhøllini, eftir at hon varð tikin i brúk i 1970. Felagið royndi at fáa hini feløgini at taka undir við eini ætlan at byggja upp í høllini á Hálsi, men bara Neitsin tók undir. Tankin at fáa sína egnu høll kyknaði aftur, men ikki fyrr enn fyrst í áttatiárunum eydnaðist felagnum at byggja høllina i Gundadali, sum Torshavnar Kommuna keypti frá felagnum fyrst í hesum árinum.

Miðskeiðis i sekstiárunum komu kappingar í regluliga legu við m.a.føroyameistarakapping og kappingum fyri yngri aldursbólkar. Seinri komu kvinur eisini upp í kappingarnar. Fyrsti føroyameistari var Poul Michelsen.

Í 1971 fingu spælararnir fyri fyrstu ferð ein venjara, ein íslending, og sama ár vitjaðu 12 íslendskir spælarar í høvuðsstaðnum. Fyrsta millumlandakappingin var 19. mai hetta ár og árið eftir vitjaðu 11 spælarar i Íslandi.

So við og við gjørdust venjingarnar meiri skipaðar. Leikarar og venjarar fingu skeið heima og uttanalands og i fleiri skiftum hevur felagið saman við øðrum feløgum havt útlendskar venjarar. Í vetur er ein indari venjari.

Havnar Badmintonfelag hevur havt nógv virksemi seinastu árini og limatalið er omanfyri 300. Meiri enn 200 ung og elituspælarar venja regluliga, taka lut í kappingum kring landið og haraftuat spæla um 100 limir badminton á motiónsstigi. Felagið hevur havt góð úrslit við sigri á oyggjaleikum og ein spælari fyrireikar seg til olympisku leikirnar komandi.

Við tað at raksturin var tungur og trupult var at fáa eina hóskiliga rentu fyri lán, tí pantur fekst ikki í grundøkinum, sum kommunan eigur, gjørdi felagið og Tórshavnar kommuna fyrst í árinum sáttmála um, at kommunan tekur yvir høllina.

Eftir sáttmálanum skal høllin fyrst og fremst nýtast til badminton, og felagið ivast ikki í, at nýggju umstøðurnar verða til fram fyri badmintonspælið i Havnini.

Eftir aðalfundin í oktober er Kári Dal-Christiansen formaður í felagnum. Hann tók við eftir Bjørg Djurhuus, sum hevur gjørt stórt arbeiði fyri badmintonítróttina seinastu árini.

50-ára dagurin byrjar við eini kapping fyrrapartin í morgin. Klokkan 13 verður myndatøka. Klokkan 14 er alment hátíðarhald og framsýning og í annaðkvøld verður veitsla.