Føroyar luttaka í hesum døgum í ungdóms-HM fyri lið í badminton.
Dystirnir fara fram soleiðis, at fimm dystir verða leiktir. Einmansleikur hjá kvinnum og monnum, tvímansleikur hjá kvinnum og monnum og blandaður tvímansleikur.
Kappingin er í Kazan í Russlandi, og Føroyar skuldi alt fyri eitt royna seg ímóti ovurstórari mótstøðu.
Mánadagin gjørdist tað til tvey 5-0 tap ímóti favorittunum úr fyrst Taiwan og síðani Danmark.
Týsdagin spældu Føroyar ímóti Ný Sælandi, og her vóru føroyingarnir væl við, hóast tað aftur gjørdist eitt 5-0 tap.
Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandi Føroya, sigur at aftanfyri 5-0 ósigurin liggja fleiri sera tættir dystir, har føroysku leikararnir vóru væl við, og eisini høvdu settbóltar. - Leikararnir fingu meira spæl og vístu at teir væl kunnu vera við, hóast 5-0 tapið, skrivar formaðurin á Facebook.
Í dag vunnu Føroyar fyrstu stigini ímóti Usbekistan. Aftur var tað ein sera javnur dystur, men har avgerðandi bóltarnir fóru skeivu megin. Tað endaði 4-1 til Usbekistan, eftir at Jónas Djurhuus og Ari M. Jacobsen vunnu tvímansleikin hjá monnum.
Í løtuni royna Føroyar seg ímóti Noregi.
Føroyska liðið ímóti Noregi er soleiðis mannað:
Blandaður tvímansleikur: Árant á Mýrini og Lena Maria Joensen
Einmansleikur hjá kvinnum: Amla Kentsdóttir Mohr Pedersen
Einmansleikur hjá monnum: Jónas Djurhuus
Tvímansleikur hjá kvinnum: Alma Kentsdóttir Mohr Pedersen og Sissal Thomsen
Tvímansleikur hjá monnum: Jónas Djurhus og Ari M. Jacobsen