Badminton: Føroyar endaðu sum nummar 44

Tá ið HM fyri blandað lið var av, var tað, sum væntað, Kina, sum vann.

 

Føroyar endaðu sum nummar 44 av teimum 56 londunum, sum luttóku. Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandi Føroya sigur: “At kappingin hevur verið sera væleydnað fyri okkara ungu leikarar. Føroyar vóru seedaðar sum nummar 56, og kláraðu vit at spæla okkum 12 pláss upp. Ein av orsøkunum, at Føroyar kláraðu seg so væl, var 3-0 sigurin á Kosta Rika, men eisini varð trýst lagt á bæði Noreg og Ísland.”

 

Bartal Poulsen, VÍF var tann leikarin, sum veruliga gjørdi vart við seg. Hann vann 4 av 5 dystum í einmansleiki, og er hetta allarhelst størsta altjóða avrik í badminton nakrantíð.

 

Hetta er størsta tiltak, sum føroyskt badminton nakrantíð hevur luttikið í. At sleppa at spæla í eini høll á stødd við Tórsvøll og at spæla ímóti verðins bestu ungdómsleikarum, var sera stuttligt og mennandi fyri føroysku leikararnar.

 

 Í 2017 verður HM fyri U19 í Indonesia.

 

Landsliðið hjá teimum vaksnu er í hesum døgum í Sofia, Bulgaria, har tey taka lut í EM fyri blandað lið, sum er í døgunum 11. – 13. november. Føroyar eru í bólki við Estlandi, Litava og Bulgaria. 

Tey, sum eru úttikin til hesa avbjóðing eru:

Rannvá Djurhuus Carlsson, HBF

Brynhild Djurhuus Carlsson, HBF

Gunnva Jacobsen, HBF

Kristina Eriksen, HBF

Benjamin Gunnarstein, HBF

Bartal Poulsen, VÍF

Niclas Eysturoy, HBF

Magnus Dal-Christiansen, HBF

 

Til ber at fylgja við føroysku badmintonleikarunum á facebook-síðuni hjá Badmintonsamband Føroya og á badmintoneurope.com.