Badminton: FM fyri lið

Fýra FM vinnarar fyri lið blivu funnir um vikuskiftið

Um vikuskiftið hevur verið kappast til FM fyri lið í Klaksvík. 21 lið vóru tilmeldað, og tað vórðu 36 liðdystir spældir. Spælt bleiv frá klokkan 10 til 19.30. Tað bleiv spælt bæði í Badmintonhøllini og í KÍ-høllini.

 

Hjá U17/19 var eingi ivi um  at besta liðið var KBF, sum fekk góða hjálp frá MBF. Tey taptu ongan dyst og mistu bara tvey sett tilsamans. Nummar 2 og 3 vóru HBF1 og HBF2. Tey, sum mannaðu KBF/MBF, vóru úr KBF Ari M. Jacobsen, Jóhanna O. Højsted og Lena Maria Joensen. Árant á Mýrini úr MBF kom at hjálpa KBF, og gjørdi hann góðan mun.

 

Hjá U15 var stórur spenningur, um KBF1 kundi gera nakað við HBF1. KBF1 vann sínar fyrstu tveir dystir 5-0, og HBF1 sínar 5-0 og 4-1. Seinasti dystir var í millum KBF1 og HBF1, og her var HBF1 ov sterkt og vann 4-1 og gjørdist FM-vinnari í U15. Tey, sum mannaðu HBF1, vóru úr Tórur Paulason, Magnus í Niðristovu Olsen, Rúni Hammer, Adhya Nandy og Miriam í Grótinum, Liðleiðari var Regin Hammer.  Nummar 3 gjørdist HBF2.

 

 Í U13 møttust ÍF og KBF1 í finaluni. Her gjørdist KBF FM-vinnari við at vinna 4-1 á ÍF. Tey, sum mannaðu KBF vóru, Miriam Hávarsá, Leivur Joensen, Ranja Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen, Liðleiðari Karl Árni Egholm.  HBF1 vann 3-1 á HBF2 og vann so bronsuna.

 

Í U11 vann HBF1. Finalan var millum HBF1 og KBF1. Hetta gjørdist eisini ein sera spennandi dystur, sum HBF1 vann 3-2. Tey, sum mannaðu HBF1, vóru Kristoffur Samuelsen, Sjúrður Elias Heinason Eysturoy, Markus Bjarnason, Julianna í Heiðunum, Eyð Lamhauge Debess , Liðleiðari var Birita K Samuelsen. Bronsuna vann ÍF/Nápur.