– Serliga til liðkappingina hava vit góðar vónir, tí har vóna vit at koma í finaluna og vinna gull aftur, sum vit gjørdu tað fyri fýra árum síðani.
Tað sigur Niclas Eysturoy, sum er ein av spælarunum á badmintonlandsliðnum, ið leggur til brots beinanvegin í morgin við liðkappingini.
– Eisini í einstaklingakappingini sær tað nøkulunda gott út hjá okkum, og har vænta vit kanska tvey gullmerki og møguliga okkurt aftrat. Eydnast tað, eru vit nøgd.
Niclas sigur, at badminton framvegis er í framgongd, og at hesaferð er sum heild talan um eitt sterkari lið, og ein partur av tí skyldast, at nøkur spæla uttanlands.
– Eg spæli sjálvur niðri og fái tí nógva og varierandi mótstøðu, og tað sæst eisini aftur, sigur Niclas Eysturoy, sum onkrar av undanfarnu leikum hevur verið noyddur at sitið heima, tí skaðar hava plágað.
– Skaðar hava fyrr spælt mær eitt puss, men teir álvarsligu skaðarnir, eg havi havt fyrr, hava ikki darvað leingi, so eg eri væl fyri, sigur hann.
Spælararnir á badmintonlandsliðnum eru helvt um helvt spælararar, sum eru í heimligu kappingini og spælarar, sum spæla uttanlands, og Niclas heldur, at teir heimligu eisini standa í góðari menning.
Á Oyggjaleikunum hevur tað seinnu árini víst seg, sum teljast Føroyar millum kanska serliga fýra oyggjasamfeløg, ið plaga at roynast væl og skulu berjast um medaljurnar.
– Guernsey vunnið gull í nógv ár, Grønland er altíð sterkt, og so plagar Isle of Man eisini at gera um seg. Men í liðkappingini kunnu vit ein góðan dag vinna á øllum, sigur Niclas Eysturoy.