Badminton: Føroyar enda nummar 38 í ungdóms-HM

Føroyar vóru mettar og seedaðar sum nummar 42, men endaðu sum nummar 38 við Ungdoḿs-HM í Russlandi. Les samandrátt her.

Føroyska U19-landsliðið í badminton hevur í vikuni verið til HM fyri lið í Russlandi.

Seinasti dysturin var leiktur í gjárkvøldið, tá ið Føroyar bjóðaðu Kasakstan av í dystinum um 37. plássi í kappingini.

Her gekk tað sum tað hevur gjørt fleiri ferðir fyrr í kappingini. Føroyska liðið avrikaði væl, men tapti. Kasakstan vann 3-1, eftir at Alma Kentsdóttir Morh Pedersen og Jónas Djurhuus høvdu lagt Føroyar á odda við at vinna í blandaðum tvímansleiki.

Føroyska liðið var soleiðis mannað í kappingini við ungdóms-HM:

Alma Kentsdóttir Mohr Pedersen

Sissal Thomsen

Lena Maria Joensen

Árant á Mýrini

Jónas Djurhuus

Ari M. Jacobsen

##med2##

Spælt var í einmansleiki hjá kvinnum og monnum, tvímansleiki hjá kvinnum og monnum og blandaðum tvímansleiki. Fyrst at vinna tríggjar leikir vann dystin, og liðini kundu avtala at spæla seinastu leikirnar, um dystirnir vóru avgjørdir tíðliga.

Stórtap móti favorittum og teprir ósigrar fyri rest

Tað byrjaði mánadagin við greiðum 5-0 tapum ímóti stóru favorittunum úr Taiwan og Danmark. Týsdagin taptu Føroyar eisini 5-0 ímóti Ný Sælandi, í einum dysti, har føroyingarnir kendu seg hava avrikað væl, og høvdu møguleikar at pynta um úrslitið.

Mikudagin var fyrsti leikur vunnin, tá ið Jónas Djurhuus og Ari M. Jacobsen vunnu tvímansleikin hjá monnum ímóti Usbekistan. Tá var um reppið at Sissal Thomsen vann sín einmansleik, men so var ikki, og Usbekistan vann 4-1.

Seinni sama dag stóð Noreg fyri skotum. Noreg vann fyrst blandaða tvímansleikin áðrenn Alma Kentsdóttir Mohr Pedersen vann sín einmansleik. Noreg avgjørdi dystin í tvímansleiki hjá kvinnum, áðrenn Jónas Djurhuus og Ari M. Jacobsen vunnu tvímansleikin hjá monnum. Sostatt vann Noreg dystin 3-2.

##med3##

Hósdagin bjóðaði Armenia av, og her gekk sum eftir ánni hjá føroysku U19-leikarunum.

Føroyar vunnu allar fimm leikirnar.

Jónas Djurhuus og Sissal Thomsen vunnu blandaðan tvímansleik

Alma Kentsdóttir Mohr Pedersen vann sín einmansleik

Ari M. Jacobsen vann sín einmansleik

Alma Kentsdóttir Mohr Pedersen og Sissal Thomsen vunnu sín tvímansleik

og Árant á Mýrini og Jónas Djurhuus vunnu sín tvímansleik.

Sostatt skuldu Føroyar spæla um 37. plássið ímóti Kasakstan í gjárkvøldi. Dysturin endaði 3-1 til Kasakstan og Føroyar endaðu á 38. plássi.

##med4##

4 pláss betri enn mett

Serfrøðin spáddi ikki Føroyum góðar møguleikar áðrenn kappingini, og liðið var styrkismett sum nummar 42 av 43 liðum áðrenn kappingina.

Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandi Føroya, er væl nøgdur og ber eftir kappingina rós til landsliðsvenjaran, Sune Gavnholt, og til leikararnar fyri at vísa seg væl fram í kappingini.