Badminton: Enn eitt finalupláss

Rannvá D. Carlsson fær ein strævnan dag í morgin.

 

Í dag spældi hon seg nevniliga í sína aðru finalu á hesum oyggjaleikunum, í blandaðum tvímansleiki, men umframt finaluna í tvímansleiki hjá kvinnum skal hon eisini spæla bronsudyst í einmansleiki fyri kvinnur. Eisini tann dysturin verður spældur í morgin.

 

Spurningurin er so, um skráin kann leggjast soleiðis, at Rannvá Carlsson kann fáa eitt sindur av luft millum dystirnar ella, um teir koma slag í sag. Í øllum førum verður talan um ein strævnan dag.

 

Fýra føroysk lið vóru við í blandaðum tvímansleiki í dag, men bara Rannvá Carlsson og Niclas H. Eysturoy megnaðu at spæla seg í finaluna. Tað gjørdu tey við at vinna á Isle of Man í hálvfinaluni, og tí skulu tey bæði í morgin spæla finalu móti Guernsey.