Í einum finaludysti sum koppaði báðar vegir í løtum, vunnu Aksel Poulsen og Magnus Dal-Christiansen føroyameistaraheitið í Badminton móti Árant á Mýrini og Bartal Poulsen
Aksel og Magnus løgdu hart út, og vunnu nógv teir flestu bóltarnar í fyrsta setti, ið endaði 21-12
Í øðrum setti væntaðu tey flestu helst at gongdin fór at halda fram, men so varð ikki.
Árant og Bartal vóru nú brádliga greitt omaná og tá ið setti var av, høvdu teir javnað til 1-1 við úrslitinum 21-14
Men í triða setti eydnaðust tað Akseli og Magnusi at seta seg aftur á finaluna, ið teir avgjørdu við úrslitinum 21-10
Sostatt eru gjørdust Aksel og Magnus úr HBF føroyameistarar við finaluúrslitinum 2-1









