Báðir partar vildu sleppa undan kreppu

– Orsøkin til, at stríðið um silda- og makrelfiskiskapin hjá føroyingum ikki elvdi til stríð millum Føroyar og Danmark er, at bæði Føroya Landsstýri og danska stjórnin vildu sleppa undan einum slíkum stríði.

ð– Orsøkin til, at stríðið um silda- og makrelfiskiskapin hjá føroyingum ikki elvdi til stríð millum Føroyar og Danmark er, at bæði Føroya Landsstýri og danska stjórnin vildu sleppa undan einum slíkum stríði.

 

Tað sigur Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, í tíðargrein í Sosialinum, sum kemur á gøtuna í kvøld og sum verður borin í hvørt hús í morgin.

 

Tað er í sambandi við orðaskiftið um ríkisfelagsskapin, sum verður í Fólkatinginum nú klokkan 12, at Helle Thorning Schimdt skrivar tíðargrein í Sosialinum.

 

Tað var í februar í fjør, at Fólkatingið samtykti, at eitt slíkt orðaskiftið um ríkisfelagsskapin skal vera á hvørjum ári. Talan er um eitt slag av aðalorðaskifti.

 

Ójavnt er, hvussu nógv danskir politikarar leggja í ríkisfelagsskapin, og tí er óvist, hvørja lagnu hetta fyrsta orðaskiftið fær. Men allir flokkar í Fólkatinginum hava framsøgufólk.

 

Orðaskiftið í Fólkatinginum er júst byrjað og fylgjast kann við orðaskiftinum VIÐ AT TRÝSTA HER