Fer HB næsta kappingarár at spæla í europeisku liguni, og fer FC Suðuroy næsta kappingarár at spæla í EFFO deildini. Spurningarnir verða svaraðir seinnapartin, og undan fyrsta bríksli er tað greitt, at annar spurningurin verður svaraður játtandi og hin noktandi.
Sunnudagin vóru teir í HB leguni ikki nøgdir við hugburð og avrik í 3-2 tapinum í Gøtu. Tað var munandi betri eftir steðgin, enn tað var í 1. hálvleiki, og nú verður vónað, at tendringin, sum sást eftir steðgin, verður at síggja frá fyrsta bríksli, nú hálv onnur millión stendur upp á spæl:
-Tað kendist sum tung mótbrekka, tá ið teir fyrsta korterið komu framum 2-0. Í øðrum hálvleiki var tað nógv betri, og tað var týdningarmikið, tí vit spæla við fleiri blaðungum monnum, sum vit rokna við eiga bjarta framtíð saman við HB. Teir geva alt tað, sum teir eiga. Vit hildu sunnudagin tørn um fjórða plássið, og tað er positivt, at tað er upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu spæla í Europa, sigur Milan Cimburovic.
Tað er ivasamt, um Fróði Benjaminsen, Poul Ingason og Rógvi S. Holm orsaka av skaðum vera førir fyri at spæla í dag.
Undan síðsta umfari er tað ikki avgjørt, um Milan Cimburovic fer at halda fram sum HB venjari.
Tað eru fimtan árum síðani, at VB við 2-1 sigri í Gundadali á B36 tryggjaði sær fyrsta og higartil einasta FM heitið. Síðani hevur tað fleiri ferðir verið niður í næstbestu deildina og uppaftur. Í dag verður tað greitt, um FC Suðuroy enn einaferð skal niður aftur í næstbestu deildina ella ikki:
-NSÍ hevur næstfremsta plássið at spæla fyri, og vit rokna við, at NSÍ fer at vinna á Argjum. Seinna hálvleik ímóti ÍF, tá ið vit vendu 0-2 til 5-2 vístu vit fínt liðavrik og góðan hugburð. Tað hevur verið nógv fótbóltsprát í hesi vikuni, og vit eru í Gundadali fyri at vinna á HB, sigur Jón Krosslá Poulsen, sum skoraði trý mál fyri FC Suðuroy ímóti ÍF.
Høgni Madsen og Búi Egilsson eru tøkir aftur eftir leikbann.
Ólavsøkudag endaði tað málleyst, tá ið FC Suðuroy vitjaði HB. Um FC Suðuroy skal hava nakran møguleika at varðveita plássið í fremstu røð, so er fyrsta treytin, at tað hesaferð eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti HB.










