Í komandi umfarinum í Europa Cup fara H71-kvinnurnar at leika báðar dystirnar móti kekkiska liðnum, Slavia Prag á heimavølli í høllini á Hálsi í Havn, ið er góðkend til slíkar dystir.
H71.fo skrivar soleiðis: - Dystirnir millum kvinnurnar hjá H71 og Slavia Prag verða spældir í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygardagin 3. desember og sunnudagin 4. desember. Enn vita vit ikki klokkutíðirnar, men tær kunngera vit, so skjótt vit kenna tær. At báðir dystirnir verða spældir í Føroyum er úrslitið av tingingunum millum umboð fyri H71 og tjekkiska stórfelagið, ið hava verið, síðani lutakastið í farnu viku paraði liðini bæði í triðja umfari í ársins útgávu av EHF Europa Cup-kappingini. Bæði H71 og Slavia Prag vunnu seg sannførandi úr øðrum umfari í kappingini, har H71 spældi báðar dystirnar í Eysturríki og vann samanlagt 59-43 á SC Ferlach, og Slavia Prag spældi báðar dystirnar á sínum heimavølli og vann samanlagt 71-36 á ísraelska Holon HC. Tí passar tað sera væl, at tað í hesum umfarinum verða H71-kvinnurnar, ið fáa dystirnar í Føroyum, og vónandi eisini fáa góðan stuðul frá bæði sínum fjepparum og føroyskum hondbóltsáhugaðum yvirhøvur, skrivar h71.fo.