Komandi vikuskifti verða góðir gamlar Rock n Roll klassikarar at hoyra í Rex, tá danski bólkurin Bad Boys of Boogie kemur á vitjan. Bad Boys of Boogie hava sín heimstað í Odense. Teir leggja seg eftir at taka kend løg til sín, pifta tey upp og servera tey á einum Rock n Roll-fati. Hetta hevur riggað væl. Bad Boys of Boogie hava spælt at kalla hvørt vikuskifti í Danmark seinasta árið. Skráin fevnir víðað. Sum dømi kunnu nevnast bólkar, so sum Status Quo, Beatles, Rolling Stones og Tina Turner.