Brian Littrell verður ímorgin avdúkaður sum fyrsta navnið á Fjarðafestivalinum 2007, hetta var longu greitt í gjárkvøldið. Brian Littrell er kendur úr Backstreet Boys, ið telist millum kendastu dreingja bólkar nakrantíð. Ein bólkur, ið hevur selt yvir 75.000.000 fløgur. Brian gav í fjør út fyrstur fløguna sum einstaklingur. Eina fløgu við kristiligum popp/rokki. Sambært Briani sjálvum, so er fløgan eitt kall, ið hann hevur havt í nógv ár.
Brian skrivar á heimasíðu síni, at hann var endurføddur í Kristi 8 ára gamal, og síðan tá hevur hann hann m.a. sungið nógv í kirkjum og øðrum kristiligum samkomum. Familjan hjá Brian hevur altíð gingið í baptistakirkju, og sjálvt árini sum tilbiðin heimsstjørna í Backsteet Boys hevur Littrell hildið fast í trúnni.
Hann vil nú brúka sína støðu sum mainstream poppstjørna, til at bera kristiliga boðskapin út til fólk.
Løtt gáta
Tað tók ikki langa tíð hjá Planet.fo at loysa gátuna hjá Fjarðafestivalinum, at stóra navnið, ið festivalurin skuldi avdúka fríggjadagin í morgunsendingini á Rás 2, var Brian Littrell fyrrverandi Backstreet drongur
Festivalurin avdúkaði í gjár, at talan var um eitt stórt kristið navn, ið eisini var kent úr verðsligum tónleiki. Talan var um eina heimstjørnu, segði festivalurin og tí vóru stórir kristnir bólkar sum P.O.D. ikki upp á tal, tí so skuldi talan verið um heimstjørnir ikki stjørnu.
Fyrsta boð var sjálvandi Cliff Richards, men hetta er heldur ósannlíkt, Føroyar eru nokk ov lítlar til Cliffin. Men festivalurin tosaði um eitt av størstu nøvnum í Føroya søgu, so kanska. Men hóast vit leitaðu eftir mynd av Cliff á alnetinum, ið passaði til putlispælið á kall.fo, so var eingin at finna, skrivar planet.fo í gjárkøvldið og heldur fram:
Næsta boð var Brian Littrell, ið er kendur úr Backstreet Boys, og síðan hevur gjørt vart við seg, sum kristin tónleikari. Tað tók heldur ikki eina langa løtu, áðrenn myndaleitingin á Google, gav okkum myndina av Brian Littrell, ið liggur aftan fyri putlispælið hjá Kalli.
Planet.fo var skjót, men kjak.fo var skjótari
Avdúkingin hjá Planet.fo kom út kl. 21.59 í gjárkvøldið. Men planet.fo var ikki fyrst við svarinum, á kjaksíðuni kjak.fo, hevði kjakarin Sokkurin funni somu loysn longu kl. 17.47 ella yvir fýra tímar fammanundan. Staðfestast kann, at her var ikki talan um eina serliga trupla gátu, og at fyri aðruferð í fimm dagar slapp morgunsendingin á Rás 2 ikki at gera ein skrálagda avdúking. Mánadagin var nevniliga ætlanin, at avdúka Nephew sum fyrsta navnið á G!Festivalinum. Men eisini tá var ein kjakari fyrstur við loysnini, tá var tað á planet.fo kjakinum. Áður hava kjakarar á Kjak.fo samstarva við planet.fo um at avúka, at Kaisers Orchestra spælir á G!
Íløga í breiðari lurtaraskarða
Tað er lítil ivi um, at ein heimsstjørna sum Brian Littrell kann fáa stóran týdning fyri Fjarðafestivalin, tí eitt tílíkt navn dregur nógv fólk, ið kanska ikki hoyra til vanliga málbólkin hjá festivalinum á konsert. So hóast nógv ivaleyst eru vónbrotin av, at talan ikki er um Cliffin, so kann Brian Littrell tykjast sum ein gó