Backe venur kvinnur

Hans Backe hevur átikið sær eina heldur øðrvísi uppgávu

Fyrrverandi venjaran hjá Toda Jónsson í Fc Keypmannahavn, Hans Backe, gavst í fjør í starvinum sum venjari hjá FCK. Síðani hevur hann ikki fingið sær nýtt starv, men nú venur hann eitt 3. deildarlið við kvinnum. Orsøkin til hetta er, at dóttir hansara spælir við á liðnum, sum kallast Café Opera, og tey mangla venjara. Backe hevur átikið sær nakrar venjingar, men hann sigur við Dagens Hyheter, at tað verða ikki til fleiri enn tríggjar venjingar.